top of page

Fyritøka í Vági skal gera fundamentini til vallarljós

  • Forfatters billede: Levi Mørk
    Levi Mørk
  • for 3 dage siden
  • 1 min læsning

- Arbeiðið við ljósmastrunum fer væntandi í gongd í næstum, og roknað verður við, at ljósini við fótbóltsvøllin kunnu takast í nýtslu næsta  ár.


Í vikuni er avtala undirskrivað millum Vágs kommunu og byggifyritøkuna Norcon úr Vági um at fara í gongd við arbeiðið at gera jørðarbeiði og fundamentir til nýggjar ljósmastrar við fótbóltsvøllin á Eiðinum.

- Talan er um eina verkætlan, sum hevur stóran týdning fyri ítróttarumhvørvið í Vági. Við nýggju ljósmastrunum verða umstøðurnar á vøllin munandi betri, serliga í myrku árstíðunum, har ljós er ein avgerandi treyt fyri bæði venjing og kapping.

Vágs kommuna hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at betra um karmarnar hjá ítróttinum í bygdini, og hetta arbeiðið er enn eitt stig á leiðini at menna økið.

- Kommunan leggur dent á, at nýggju ljósmastrarnar fara at betra um dagliga virksemið hjá ítróttarfelagnum og øllum, sum brúka økið.

Víst verður á, at Norcon, sum hevur høvuðssæti í Vági, fer at standa fyri arbeiðnum.

- Fyritøkan hevur nógv arbeiði at vísa á innan bygging, og sigur seg vera fegna um at kunna loysa hesa uppgávu í heimbygdini.

Tað vóru borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen og Rúni Eyðunsson og Hjalmar Magnussen frá Norcon, sum undirskrivaðu avtaluna.   

- Arbeiðið við ljósmastrunum fer væntandi í gongd í næstum, og roknað verður við, at ljósini við fótbóltsvøllin kunnu takast í nýtslu næsta  ár, verður lagt aftrat.

ree

Kommentarer

Bedømt til 0 ud af 5 stjerner.
Ingen bedømmelser endnu

Tilføj en rating
image (18).jpg

©2024 Ábyrgd - SP/F Norcon - Marknoyrarvegur 36 - 900 Vágur - Faroe Islands - Phone +298 222174 - +298 289520. Mail: norcon@norcon.fo

www.norcon.fo

  • Facebook
bottom of page